Í gjárskvøldið, eitt vanligt mánakvøld, fóru Noomi og eg sum so ofta fyrr at ganga túr við Max. Leiðin fór fram í saksunardal. Veðrið var eitt sindur vátligt, men hýrurin var góður so tað bilti ikki. Noomi og eg, sum ikki høvdu sæð hvørja aðra í nakrar dagar høvdu nógv at fortelja og prátaðu óført. Brádliga hoyrdu vit eitt ýl so hart, sum ongantíð áður koma frá bønum. Vit hugdu hvat tað var, men ringt var at síggja í myrkrinum. Fyrst sóu vit eyguni, ið skygdu reyð gjøgnum náttina. Síðani sjálvlýsandi hornini og til síðst stóra skepilsi; Tað var ein tarvur, men ikki ein og hvør tarvur, nei eitt beist størri enn eitt hús og ilskari enn ein hungurstungin bjørn stóð hann har og skræddi eitt ein veðr í seg. Beistið hevði ikki sæð okkum enn, og vit goymdu okkum aftanfyri fjósið hjá bóndanum. Meðan vit stóðu og eygleiddu hetta undrunarverda djórið fór max í móti tarvinum. Hann gekk nærri og nærri uttan at vit løgdu merki til tað. Brádliga lyfti tarvurin høvdið og byrjaði at tevja; í evstu løtu hálaði Noomi í bandið hjá Max, sum kom aftur til okkara. Men nú var spurningurin: Hevði tarvurin sæð hann? Eina løtu sá tað soleiðis út, tí hann nærkaðist goymistaðnum hjá okkum, men hann vendið við aftur áðrenn nakar skaði var hendur.Vit tordu illa at ganga framvið tarvinum aftur, so vit gingu longur inn í dalin og fyri at dulma luktin av okkum fóru vit oman í Stórá, har vit grulvaðu allan vegin heim í bygdina.
Tá vit komu heim í bygdina tosaðu vit um hvat hetta mundi vera og eysæð var at hetta var eitt eksperiment gjørt av fólki..! júst hetta eksperimentið halda vit er ein samanbræðing av einum fíli, einum neyti og einum tigara, men heilt víst er tað ikki.
Nú eru nógvir spurningar: Hvussu leingi hevur hetta hildið á? Hvussu nógv eksperimentir eru undan hesum? Hvør stendur aftanfyri tey? Er verðin klár til hesi eksperimentini?
Vit vita ikki, men eitt er víst: Vit fara at finna útav tí!